Føroyski bókmentafestivalurin 2026 verður settur
Býarbókasavnið er karmur um eina fjølbroytta skrá, har rithøvundar úr Føroyum, Norðurlondum og umheiminum eru við. Her byrjar ein røð av festivaldøgum, har orð ferðast um landamørk, og har bókmentir skapa rúm fyri nýggjum sjónarmiðum, samrøðum og felags hugflogi.
Skrá
Vónbjørt Vang, býarbókavørður, bjóðar vælkomin
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkis- og mentamálum, setur festivalin
Kim Simonsen, festivalleiðari, hevur framløgu um temaið fyri festivalin
Aftaná verða samrøður og upplestur við luttakandi rithøvundum
16.20 Vónbjørt Vang um at vinna Norðurlendsku Bókmentavirðislønina 2025. Samrøða við Maritu Thomsen, týðara.
16.30 Norman Bissell (Skotland) Scottish Centre for Geopoetics. Um geopoetikk.
16.45 Jon Ståle Ritland (Noreg). Upplestur og samrøða við Kim Simonsen.
Kaffi
17.15 Yrkingaupplestur
Kristín Eiríksdóttir (Ísland)
Anna Fohlin Mattsson (Svøríki)
Maja Lucas (Danmark)
17.45 Dennis Maloney (US) White Pine Press
Festivalurin hevur til endamáls at varpa ljós á føroyskar bókmentir og mentan, styrkja norðurlendskt samstarv og eggja til nýggjar hugsanir um okkara felags framtíð.
