Loading Events
Nær
27. februar 2026 kl. 22 - 23:59
Hvar
Havnar Klubbi
Prísur
DKK 100

Náttarklubbin – Tónleikakviss og DJ Bjørn Hentze Bech

Náttarklubbin bjóðar inn til tónleikakviss og snurridans.

Hetta kvøldið eru góðir gamlir slagarar í miðdeplinum. Vit byrja við einari tónleikakviss við Svannu í Gongd sum kvissmeistara.

Evnini verður almenn vitan, føroyskt tónleikalív og at kenna sangir og tónleikarar.

Aftaná kvissina spælir Bjørn Hentze Bech.

Björn Hentze Bech er í høvuðsheitum ein gomul sál í einum ungum kroppi, ella kanska ein ungur maður við einum gomlum smakki.

Sum vertur í útvarpssendingini, Afturljóð gjørdist ungi drongurin DJ-stjørna í Føroyum og hevur síðan spælt til alskins tiltøk í Føroyum, sum tildømis G! Festival og í Sirkus.

Hóast unga aldurin eru tað tær gomlu føroysku og útlendsku landaplágurnar frá fyrst í 1950- og 1960-árunum og uppeftir, sum fangaðu hansara áhuga og hjarta.

Tí skalt tú ikki vænta tey allar feskastu hittini, tá hann diskar í Náttarklubbanum, men heldur gera teg reiðar til ein góðan gamlan snurridans á gólvinum, við tónum frá einari farnari tíð.

GG! 18 ára aldursmark.