Leikprát: Veruleiki ella fiktión?
Høli: Skálin
Longd: 30 min.
Hvørjum skulu vit trúgva? Hví er neyðugt við einari pallseting av harðskapi, valdsmisnýtslu, og tey glapp, ið framvegis finnast í rættarskipanini, sum skulu tryggja øllum rættindi? Er meiningin at spreiða ótta ella spælir leiklistin her ein avgerandi leiklut fyri fólkaræðið?
Beint eftir, at leikurin Prima Facie hevur spælt í Norðurlandahúsinum á altjóða kvinnurættindadegnum, verða øll áhugaði bjóðað til eitt prát um hvat kann uppkyknað, tá vit nýta leiklist at geva skap til so álvarslig mál sum brotsverk, neyðtøku og samtykki.
Barbara Holm er orðstýrin, sum er úti eftir at hoyra í hvønn mun áskoðarin fær veruleikan at vita í gjøgnum leikin, og hví ein leikur er tann rætti ella neyðugi miðilin til rættvísi. At hjálpa henni við hesum, hevur hon fyrst og fremst høvuðsleikaran úr leikinum, síðan rithøvundan, ið hevur týtt leikin til føroyskt og at enda ein advokat, sum júst hevur verið áskoðari til leikin.
Prima Facie spælir í Norðurlandahúsinum í samband við Femifagnaðarvikuna. Leikurin er skrivaður av avstralsku Suzie Miller, og er spældur á leikhúsum kring allan heim, har hann hevur vunnið hópin av virðislønum, m.a. fyri besta handrit.
G.G: Atgongd til leikin krevur atgongumerki, men hetta prátið beint eftir, er opið fyri øll og ókeypis.
Luttakarar
Kristina Sørensen Ougaard, sjónleikari og høvuðsleikari í leikinum Prima Facie
Beinir Bergsson, rithøvundur og týðari av leikinum Prima Facie
Birita Sandberg Samuelsen, advokatur og partnari á Sókn Advokatar
Orðstýri
Barbara Holm, ábyrgdarblaðstjóri á Frihedsbrevet.fo
