Loading Events
Nær
12. apríl 2026 kl. 11 - 16:30
Hvar
Filmshúsið
Prísur
DKK 400

PITCH

Hesar báðar dagarnar fer Karoline, saman við luttakarunum, at venja hvussu ein best kann draga sína søgu saman til nakrar fáar reglur, ið vekja áhuga og forvitni.

Luttakararnir skulu frammanundan skriva eina stutta ‘pitsj’, ið skal lýsa kjarnuna í søguni ella hugskotinum. Longdin skal í mesta lagi skal vera 10 reglur. Afturat hesum skulu luttakararnir fyrireika eina munnliga framløgu áleið 5 min. Talan kann bæði verða um dokumentar, fiktión, animatión ella sjónvarpsrøð.

Pláss er bert fyri 6 luttakarum. Um tit eru fleiri, ið eru um somu verkætlan, vinaliga viðmerk hetta tá ið tit skráseta tykkum.

Freistin at tekna seg er 1. apríl.