

Beatboxing – Tak orðið! (SE/UA)
Høli: Høllin
Longd: 45 min.
Lær tey grundleggjandi ljóðini í beatboxing og finn út av, hvussu nógv kul beats tú dugir at gera – bert við tíni rødd!
Beatboxing snýr seg um at finna sína egnu rødd. Í verkstovuni fara vit at venja okkum í nakað, sum eisini er týdningarmikið fyri eitt fólkaræði: at tora at taka orðið, at lurta eftir hvørjum øðrum og at skapa okkurt í felag. Vit fara at arbeiða við bæði solo-ljóðum og felags grooves, har íkastið frá øllum ger tónleikin sterkari.
Vit fara at spæla við rytmur, beats og lítil triks, so at tú skjótt kanst koma í gongd. Tú noyðist ikki at duga nakað frammanundan – her er pláss fyri øllum at royna seg fram.
Á verkstovuni fara tit at hitta tveir veruligar proffar:
Viktoriu Lie úr Ukraina – breakdans-meistara og dómara
Philip Nordström úr Svøríki – svenskan meistara í beatboxing og tónleikara
Beatboxing er partur av okkara barnafestivali Frítt Flog, sum í ár snýr seg um fólkaræði. Í eini tíð, har felagsskapur og samrøða eru meira umráðandi enn nakrantíð, gevur Frítt Flog børnum møguleika fyri at uppliva fólkaræði í praksis – gjøgnum list, spæl og virkna luttøku í felagsskapi. Festivalurin savnar norðurlendsk listafólk og bjóðar upp á nógv ymisk listalig úttrykk, sum fáa børn til at uppliva, granska og vera við.
