Hipp hopp-framførsla: Heritage
Høli: Høllin
Longd: 60 min.
Hvat hendir, tá fólk úr ymiskum londum og mentanum møtast? Hvat hava vit til felags – og hvussu kunnu vit lurta eftir hvørjum øðrum, hóast vit ikki tosa sama mál?
Heritage er ein hipp hopp-framførsla, har globalur samleiki, ymisleiki og felagsskapur verða granskað við tónleiki, dansi og rørslu.
Framførslan tekur útgangsstøði í hipp hoppi sum eitt demokratiskt mentanarúttrykk, har ymisleiki er ein styrki, og øll sleppa at úttrykkja seg. Globalisering snýr seg ikki bara um avbjóðingar – hon gevur eisini nýggjar møguleikar fyri, at vit kunnu møta og læra av hvørjum øðrum. Skapa okkurt í felag.
Á pallinum møtast grønlendsk, ukrainsk, venesuelsk, svensk og donsk sjónarmið. Úr rappi, inuitiskum maskudansi, breakdansi og beatboxing sprettur eitt felagsmál, har kroppur, rytma og rødd siga søgur um samleika, røtur og tilknýti.
Framførslan er á donskum, grønlendskum/kalaallisut, ukrainskum, svenskum, sponskum og enskum. Sum eitt hátíðarhald fyri fjølbroytni, samræði og fólkaræði í praksis.
Listafólkini á pallinum endurspegla nevniliga tað fjølbroytnið, sum hipp hopp skapar tvørtur um lond og mentanir:
Kim Jakobsen, tónleikari og rappari úr Grønlandi
Viktoria Lie, breakdansari (b-girl) úr Ukraina
Arturo Molina, breakdansari (b-boy) úr Venesuela
Maurizio Addone, beatboxari og tónleikaframleiðari úr Danmark
Philip Nordström, beatboxari og tónleikaframleiðari úr Svøríki
Heritage er partur av okkara barnafestivali Frítt Flog, sum í ár snýr seg um fólkaræði. Í eini tíð, har felagsskapur og samrøða eru meira umráðandi enn nakrantíð, gevur Frítt Flog børnum møguleika fyri at uppliva fólkaræði í praksis – gjøgnum list, spæl og virkna luttøku í felagsskapi. Festivalurin savnar norðurlendsk listafólk og bjóðar upp á nógv ymisk listalig úttrykk, sum fáa børn til at uppliva, granska og vera við.