Loading Events
Nær
18. mai 2026 kl. 20:30 - 20:31
Hvar
Norðurlandahúsið
Prísur
DKK 195

Leiðarin á drápsdeildini og krimirithøvundurin (DK)

Høli: Høllin
Longd: 2 tímar v/steðgi

Kom til áhugavert kvøld um drápsmál, DNA-kanning, ferðaliðið og um, hvussu rithøvundurin fær íblástur frá veruleikanum.

Hetta kvøldið hittast leiðarin fyri drápsdeildina hjá ferðaliðnum, Bent Isager-Nielsen, og journalisturin og krimirithøvundurin, Stine Bolther, at samrøða um veruleika og skaldskap. 

Eitt nú fara tey at umrøða føroysk mál og greiða frá einum drápsmáli, har líkið í drúgva tíð manglaði. Áhoyrararnir fáa serligt høvi at hoyra um nýggjar kanningarhættir við DNA og ættargransking.

Bent Isager-Nielsen fer at tosa um tíðina, hann arbeiddi hjá ferðaliðnum, og Stine Bolther fer at tosa um, hvussu tað er at halda fram at skriva røðina um Afdeling Q saman við Jussi Adler-Olsen og Line Holm. 

Síðani fara fyrilestrarhaldararnir at umrøða, hví tað í hesum døgum er so stórur áhugi fyri krimisøgum úr veruleikanum.

Bent Isager-Nielsen og Stine Bolther hava kenst í nógv ár, og tey gleða seg til at geva áhoyrarum eitt spennandi og áhugavert kvøld í Norðurlandahúsinum.