Útgávutiltak við Kára Bæk
“Leikum fagurt á foldum…” er eitt úrval av kamartónleiki – sjey løg, sum Kári Bæk hevur skrivað til ymsar bólkar og og tónleikarar seinastu 25 árini. Til tiltakið fer Joost Boisdijk at spæla verkið “Lag & variatiónir”, og fyrrverandi næmingarnir hjá Kára, Otniel Nygaard og Rebekka Lindudóttir Olsen, spæla brot út duettini “Kæti”.
Kaffi og smákøkur verða at fáa, og høvi verður at hitta tónaskaldið (og sjálvandi keypa fløgur).
