Marianna Winter við bólki
Høli: Høllin
Longd: 75 min (uttan steðg)
Tú traðkar inn í hitan. Heimurin steðgar í eina løtu. Sum at liggja undir einari heitari dýnu, meðan vindurin larmar uttan fyri vindeygað. Tað er eitt sindur ræðandi, men eisini eyka lekkurt at liggja inni í kamarinum.
29. mai útgevur Marianna Winter fyrstu heildarútgávu sína The More You Know í fullari longd, og hon ynskir at njóta løtuna saman við tær. Til útgávukonsertina fer Marianna saman við sínum vælsamanspælda bólki og eyka gesta-upptraðkandi at leiða okkum ígjøgnum útgávuna, sum hon hevur skrivað og framleitt saman við Ragnari Finssyni.
Útgávan kennist sum eitt gamalt analog heimaband. Eitt Panasonic mini DV-myndatól, sum hevur fangað allar tær erligu løturnar, og hóast tú vart ov lítil at minnast tær, følist tað sum, tær búgva onkrastaðni inni í tær. Skróv og óljóð av bandinum og digitaliseringini hava avskeplað heildarmyndina og minnið, men kenslan er stjørnuklár enn.
Við einum ljóðheimi, sum sameinar indie-folk, popp og rokk við løtum av inniligum indie-bedroom-popp, er The More You Know eitt soundtrack til uppvøkstur hennara og til øll tey, ið kenna seg mitt ímillum tað, tey vóru, og tað, tey eru um at gerast.
Gleð teg til glitrandi streingjaljóðføri og hjartanemandi tekstir til sangir, ið sita eftir leingi aftan á, at nálin er tikin av. Ein teirra, “Patio”, var tilnevndur til Ársins Sang á FMA 2026.
The More You Know er ikki bara ein pláta. Hon er ein avmyndan av merglopi, eitt heimaband aftur í fortíðina og ein roynd at klemma øll tey ófullkomnu brotini í okkum sjálvum.
Ver við 29. mai í Norðurlandahúsinum at hátíðarhalda sangirnar, søgurnar og ferðina. Á pallinum vera:
Marianna Winter: sang, gittar, synthesizer og bass
Ragnar Finsson: gittar, ljóðbrot og sang
Hjørtur Pætursson Háberg: trummur, ljóðbrot og sang
Árni Johannesson: bass, gittar og sang
Kristian Pauli Ellefsen: keys, synthesizer og violin
Vinjar Egilsnes Petersen: keys, synthesizer og sang
Mynd: Gwenaël Akira Helmsdal Carré