Supervisjón
Kom og fagna nýggju útgávuna hjá Supervisjón, Deep Like á OY.
DJ charlie (fyrrv. Sandavágur Soundsystem) hitar upp við poetiskari reggae og dub!
Nýggja útgávan DEEP LIKE er átta juke/tekno-løg, skjóttgangandi basstrummur, breaks og samples eftir Lassa Jæger.
Elektroniskt bronglaða røddin hjá Lív Mariu Róadóttur Jæger leverar powersetningar, sum kunnu hjálpa tær at takla tey, sum brúka bully tactics og mikroaggressiónir.
Á øllum løgunum eru samplingar frá útgávuni Brøytingar, sum bólkurin Yggdrasilgav út í 1989. Samplingarnar er ein heiður til sjálvt verkið. Men Brøytingarsipar eisini til Broytingar – og á hesu nýggju Supervisjón útgávuni verður tað eitt róp um at broyta ágangandi sosiala atferð til sunn menniskjalig bond.
Fløgan Deep Like verður til keyps í OY!
Supervisjón arbeiðir tvørtur um video-, tekst- og ljóðinstallatiónir, poesizinur, plakat/pergament-yrkingar, framførslur og teknotónleik. Supervisjon er samstarv millum elektroniska tónasmiðin Lassa Jæger (f. 1984), og yrkjara Lív Mariu Róadóttur Jæger (f. 1981).
