

Samskifti uttan orð
Høli: Dansistovan
Longd: Drop-in 12.00-16.00
Fólk kunnu samskifta upp á nógvar mátar – eisini uttan at brúka røddina. Hetta er útgangsstøðið í hesi inklusivu verkstovuni, sum Javni fer at hava í samstarvi við Sernám.
Tveir luttakarar sita yvir av hvørjum øðrum og fáa eitt orð ella ein stuttan setning, sum hóskar til aldur og stig. Annar luttakarin skal miðla boðskapin, soleiðis at hin skilir hann – uttan at tosa.
Til at hjálpa hevur Sernám ymisk samskiftisamboð við, sum til dømis myndir, myndskelti, kropsmál, andlitsbragd, umframt ja/nei-knøttar. Uppgávan er loyst, tá ið hin luttakarin skilir innihaldið.
Verkstovan gevur børnunum ítøkiligar royndir í, at samskifti kann fara fram á fleiri ymiskum háttum, og at øll – uttan mun til fortreytir – hava møguleika fyri at úttrykkja seg og verða hoyrd. Venjingin styrkir fatanina um margfeldi, inklusjón og virðing fyri ymiskum mátum at samskifta á.
Samskifti uttan orð er partur av okkara barnafestivali Frítt Flog, sum í ár snýr seg um fólkaræði. Í eini tíð, har felagsskapur og samrøða eru meira umráðandi enn nakrantíð, gevur Frítt Flog børnum møguleika fyri at uppliva fólkaræði í praksis – gjøgnum list, spæl og virkna luttøku í felagsskapi. Festivalurin savnar norðurlendsk listafólk og bjóðar upp á nógv ymisk listalig úttrykk, sum fáa børn til at uppliva, granska og vera við.
