

Spyrjitími hjá børnum
Høli: Klingran
Longd: 30 min
Hevur tú okkurt, tú vilt spyrja politikararnar? Nú hevur tú møguleikan – um tú ert eitt barn.
Í sambandi við okkara demokratifestival bjóða vit inn til spyrjitíma, har børn beinleiðis kunnu seta politikarum spurningar um alt frá gerandisdegnum og skúlanum til umhvørvið, framtíðina og tey tingini, tey undrast á.
Endamálið er at geva børnum møguleika at møta politikarum og læra meira um fólkaræði, samræði og samfelag.
Spyrjitímin hjá børnum:
gevur børnum møguleika at seta bæði stórar og lítlar spurningar
geva politikarum møguleika at møta komandi ættarliðnum og familjum á festivalinum
ger fólkaræði skilligari, meira nærverandi og livandi
Málburðurin í samrøðuni verður hóskandi til børn og familjur.
