History of the Faroe Islands (Please Don’t Laugh)
Tú kennir føroysku søguna.
Vikingar, Kirkjubøur, einaveldi, handilsmonopol og ríkisfelagsskapur. So royndu vit nakað í 1946, og tað bleiv eitt sindur fløkt.
Men ert tú til reiðar at hoyra alt saman aftur. Nøkulunda skipað. Á enskum. Við PowerPoint. Eitt sindur av tónleiki. Og kanska okkurt har áskoðararnir eisini sleppa upp í part.
David Valley fer ígjøgnum føroyska søgu og brúkar óneyðuga nógva tíð upp á detaljurnar. Á vegnum koma ymisk evni um Føroyar upp, sum hann hevur hug at tosa um. Hetta er 100% akademiskt og stendur næstan í einari bók onkustaðni. Óttast ikki. Tað er meira keðiligt enn tað ljóðar.
Sýningin hevur selt út í Íslandi, Danmark og Estlandi. Ja. Estlandi. Tað hevði verið eitt sindur pínligt, um hon ikki selur út í Føroyum eisini.
Les ummæli úr Estlandi her: https://sourcreamanddill.ee/…/history-of-the-faroe…/
Hetta er ein lítil, men álvarslig roynd at fáa fólk at leggja merki til Føroyar. At fáa tey at lurta eitt sindur longri. At fáa tey at gerast eitt sindur meira forvitin. Og kanska at fáa tey at taka okkum eitt sindur í álvara.
Ein stór framløga um eitt lítið land, sum ikki er á øllum kortum.
Kom og hoyr søguna eina ferð enn.
Vinaliga, ikki flenn.
Hurðar lata upp kl. 19:30
Sýningin er á enskum.
60 min
18+