Loading Events
Nær
23. mars 2026 kl. 20 - 22
Hvar
Reinsaríið

Pallborðsfundur: Hvussu við tónleiki og mentan?

Valevni frá teimum politisku flokkunum fáa møguleikan at orða seg um tær raðfestingar, tey ætla at gera fyri tónleika- og mentanarumhvørvið í Føroyum, verða tey vald.

Rólant Waag Dam verður orðstýrari og umboð fyri tónleika- og mentanarumhvørvið luttaka eisini í kjakinum.

Tiltakið er alment, ókeypis og verður stroymt beinleiðis við ljóð og video.