Loading Events
Nær
29. apríl 2026 kl. 21 - 23
Hvar
Havnar Bio
Prísur
DKK 100

Michael (Antoine Fuqua Bretland USA 2026 137 min)

Frá barnaárum sum fremsta stjørnan í familjubólkinum Jackson 5, truplu viðurskiftini við pápan, Joe Jackson, til kendu útgávuna “Thriller”, um Neverland Valley, sum Michael keypir og um syndarliga deyðan hin 25. juni í 2009, ið mong hava sum sorgar- og minningardag.

Nú kemur fyrri partur, sum er frá føðing og fram til “Bad” plátuna í 1987.

Filmurin er upptikin í California, m.a. á The Neverland Ranch í Los Olivos, har Michael Jackson búði. Jaafar Jackson, ið spælir høvuðsleiklutin sum Michael, er ikki bara fyrstu ferð á filmi, men er sonur Jermaine Jackson, bróðir Michael, sum í dag er 71 ára gamal.

Filmurin sigur søguna um lívið hjá Michael Jackson, tá hann ikki er á palli, og tá hann einsamallur framførir bestu sangir, og letur okkum sleppa at síggja og fáa innlit í lívið, sum aldri er sæð áður. Tað er her at fyrsti partur av filmisku søguni um The King of Pop, Michael Jackson byrjar og tekur støðið. Filmurin, ið snýr seg um hálvfemsini og fram til hansara deyða, kemur seinni.

Eiler Fagraklett fer at innleiða sýningina við “Michael” í Filmsfelagnum.