Doktor Glas (Erik Leijonborg Svøríki 2026 112 min)
Gabriel Glas er ungur einsamur lækni, ið heldur hánt um allar tær grunnu fyrimyndir og tankar, ið eru frammi í dagsins samfelag, men samstundis leingist eftir, at verða partur av nøkrum størri enn tí gerandisliga.
Tá mótasniðgevin, Helga Gregorius, kemur í læknaviðtaluna, broytist alt í lívinum hjá Glas lækna. Handan perfektu fasaduna hjá Helgu, fjalir seg eitt trupult hjúnarlag saman við virðirslønta høvundinum Patrik Gregorius.
Skjótt verða tey tvunnin saman í eina fløkju av lygnum, greði og makt, har moralsk mørka verða flutt og hvørva.
Í høvuðsleiklutinum síggja vit svenska Isac Calmroth, sum var við í norska filminum “Den stygge stedsøster”, vit vístu í fjør. Saman við honum síggja vit norsku Thea Sofie Loch Næss úr sama filmi, og svenska Christian Fandango, ið er kendur úr røðini “Ondskan” frá 2023.
Nikolai, greivi, er við í einum lítlum leikluti, og leikstjóri er Erik Leijonborg (f.1969), sum hevur gjørt fleiri sjónvarpsrøðir, so sum “Ondskan”, “King & Conqueror” og “The Last Kingdom”.
Kirsten Brix týddi upprunasøguna úr svenskum til føroyskt, “Glas lækni”, sum forlagið Náttsólin gav út í 1994. Í bókaumrøðuni sigur Landsbókasavnið: “Um Glas lækna, sum síðst í 19. øld velur at hjálpa einum kvinnuligum sjúklingi at sleppa av við sín ódámliga og krevjandi mann”.