Beinir – tríggjar konsertir á Reinsarínum!
Tað hevur altíð verið nakað heilt serligt fyri Beinir at spæla sínar sangir í reinasta formi á gittara og klaveri – júst sum hann hevur komponerað teir.
Komandi mánaðirnar fer Beinir at geva nýggjan tónleik út – bæði einsamallur og við føroyska bólkinum Tøgn, sum hann er partur av.
Tøgn hevur júst vunnið ársins útvarpshitt og áhoyraravirðislønina á FMA fyri fyrsta staklagið “Kamarið”.
Heildarútgávan hjá Beinir “Greener”, sum kom út í 2024 fekk eisini sera góða móttøku. Heitislagið “Greener” og “Call Me a Dreamer” vóru á Top-10-listanum í donskum radio, og í fjør fekk Beinir tvær FMA-virðislønir – ársins lag fyri “Romeo” og áhoyraravirðislønina.
Eisini hevur Beinir framført í donskum sjónvarpi; millum annað í Vild Med Dans og á DR’s Store Juleshow.
