Lítlahús lesur: Klandursskrímsl
Høli: Dansistovan
Longd: 60 min
Lítla og Stóra skrímsl keða seg. Teir kunnu ikki semjast um, hvat teir skulu finna uppá. Tá ið so Stóra skrímsl fer so barlangur um koll í sínum stóru skóm, fara teir upp at klandrast.
Norðurlendski bókslúkurin flytur hetta vikuskiftið inn í Lítlahús. Her verða tit boðin til eina kreativa lesiløtu, har vit m.a. tosa um, hvussu tað er at klandrast, og hvussu vit tosa pent við hvørt annað. Høvi verður eisini at gera smá kreativ ítriv saman og spæla spøl.
Tiltakið hóskar best aldursbólkinum 3 – 5 ár, sum eru saman við sínum vaksnu.
Toymið handan lesiløtuna er Eilen Anthoniussen, ritstjóri og samskipari av Føroyar lesa. Krista Hvannastein lesur søgurnar. Hon er útbúgvin námsfrøðingur við drúgvum royndum sum søgusigari fyri børnum. Henny Dánialsdóttir er ráðgevi í handaverki og list í Námi og hevur nógvar royndir við kreativum uppgávum við børnum.
Lisið verður úr skrímslabókini Klandursskrímsl eftir Rakel Helmsdal, Kalle Güettler og Áslaug Jónsdóttir.
Við tiltaksrøðini Lítlahús tekur Norðurlandahúsið eitt nýtt stig til at gera list og mentan atkomuligari fyri børn. Endamálið er, at børn skulu kenna seg heima og uppliva list upp á egnar fortreytir.