Loading Events
Nær
09. apríl 2026 kl. 17:30 - 17:31
Hvar
Norðurlandahúsið

Hvussu verður framtíðarsamstarvið í Ríkisfelagsskapinum?

Høli: Skálin
Longd: 90 min.

Seinastu tíðina hevur spurningurin um framtíðina hjá Ríkisfelagsskapinum fylt nógv.

Føroyingar hava ynski um sjálvræði, og samstundis er øktur áhugi úr USA fyri Arktis og Norðuratlantshavinum. Hvørja ávirkan hevur hetta á framtíðina í Føroyum, um mann spyr tey ungu?

Tann núverandi støðan lýsir nakrar av teimum avbjóðingunum, sum eru ímillum londini, men støðan kann eisini virka sum ein orsøk til at skapa eitt meira javnsett samstarv.

Hvussu skapa vit kunnleika og samband millum ung tvørtur um Føroyar, Grønland og Danmark? Hvat meina tey ungu frá teimum trimum londunum um Ríkisfelagsskapin? Og hvat hava tey lært ta seinastu tíðina?

Tiltakið er partur av Sjómaq-verkætlanini, ið er leidd av DUF – Dansk Ungdoms Fællesråd í samstarvi við MFS, FUR og AFS Føroyar, umframt grønlendskar ungdómsfelagsskapir.

Endamálið hjá Sjómaq er at skapa bond og økja um innanhýsis kunnleika millum ung tvørtur um Føroyar, Grønland og Danmark.