Latin Night
Merk tónleikin taka yvir… ikki neyðugt at vera royndur dansari – føturnar flyta seg av sær sjálvum!
Á odda fyri hesi forkunnugu Noche Latina eru gávuríku tónleikararnir Cinthia og Sergio úr ávikavist Chile og Mexico. Saman við lokalum tónleikarum fara tey at tulka nøkur av kendast løgunum úr Latínamerika og skapa ein heitan og festligan stemning.