Loading Events
Nær
11. apríl 2026 kl. 16 - 18:30
Hvar
Aulan í Finsen
Prísur
Ókeypis atgongd

Nýggj gransking um ADHD og autismu í Føroyum

Hesa ferð leggur Tórunn H. Ósá fram nýggj tøl úr sínari Ph.d.-verkætlan. Hon er RN, cand.scient.soc., námslektari og Ph.d.-lesandi, og granskar í børnum við neurologiskum sjúkum í Føroyum – serliga svøvntrupulleikum hjá børnum við NDD. NDD (nevroútviklingstrupulleikar) er eitt felagsheiti fyri ymiskar diagnosur, sum ávirka menningina hjá børnum – til dømis ADHD og autisma.

Hon fer millum annað at greiða frá títtleikanum av ADHD og autismu hjá børnum og ungum í Føroyum frá 2004 til 2022, og hvørjar fylgisjúkur kunnu standast, tá útgreiningin kemur ov seint. Samstundis vísir granskingin á týdningin av at seta inn so tíðliga sum gjørligt – bæði fyri einstaka menniskjað og samfelagið.

Við hesi Ph.d.-granskingini fáa vit lokalt grundað hagtøl, djypri innlit og betri amboð, sum kunnu hjálpa okkum at seta inn við meira neyvum og røttum átøkum til gagns fyri øll við ADHD í Føroyum.

Tiltakið er ein partur av ADHDvitan, sum letur seg gera við stuðli frá Team Rynkeby. Endamálið er at breiða nýggjastu gransking og fakligu vitanina um ADHD á føroyskum og við støði í føroyskum viðurskiftum.

Tiltakið er fyri øll, sum hava áhuga ella arbeiða við fólkum við ADHD/ADD – og tað er ókeypis.