Kolonistarnir (SE)
Høli: Høllin
Longd: 60 min.
Søgan um Norðurlond inniheldur bæði vinalag og kríggj og ein hjálandaarv, sum summi kanska hava hug til at gloyma, men sum framvegis setur síni spor.
Kolonistarnir er ein interaktiv dansiframførsla, sum hyggur kritiskt at okkara felagssøgu og teimum kolonialu bygnaðunum, sum enn eru til í dag.
Huglagið verður satiriskt og fjálgt, og áskoðararnir verða bodnir til bæði at vera vitni til og taka lut í einari kanning av valdi og valdsmisnýtslu.
Í einari sterkari samanrenning av koreografi, rødd og musikalskum samanspæli fara fimm dansarar at fylla rúmið og skapa eina uppliving, har markið millum pall og áskoðarar kámast. Her verður tú sum áskoðari partur av tiltakinum – drigin inn í eitt spæl, har støður, ábyrgd og sjónarmið áhaldandi flyta seg.
Aldur: Framførslan hóskar seg til øll úr 12 árum og uppeftir.
Leiksýningin er framleidd av leikbólkinum Bobbi Lo Produktion
Koreografar: Michael Tang og Lava Markusson
Dansarar: Alexander Montgomery Andersen, Anette Jellne, Moa Autio, Yiorgos Pelagias og Michael Tang
Tónaskald: Hans-Ole Amossen
Pallsmiður: Sámal Blak
Ljóssnið: Tanya Theo Johansson