Holið
Skjótt gerst tað greitt, at holið í bátinum er tað, ið sameinir fiskimenninar. Teir sleppa ikki víðari, fyrr enn holið er bøtt – men hvussu gera teir tað?
Meðan teir samstarva, byrja sannleikar at stinga seg upp – um teir sjálvar, um hvønn annan, og um, hvat tað merkir at hoyra til og verða partur av einum bólki.
Holið er ein poetisk men skemtilig granskan av tí, at vera til. Leikurin minnir okkum á, at vit eru í sama báti, og vilja vit flyta okkum fram eftir, mugu vit rógva saman.
Leikurin er kropsligur og uttan mál, og er til bæði vaksin og børn.
Les meir á okkara heimasíðu: www.tjodpallur.fo