Guðrun & Bartal á Listasavni Føroya
Á skránni verða nýklassisku løgini á fløguni, “Vónin er”, ið Guðrun & Bartal góvu út í 2013. Umframt tað verða eisini tulkingar av kendum løgum á skrá og nøkur óútgivin løg eisini.
Kristian Pauli Ellefsen verður við á tangentum og Sanna Bæk Hoydal og Rebekka Petersen syngja kór.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Savnið er opið frá kl. 19-21.
Listasavn Føroya x Økistónar