Loading Events
Nær
01. mai 2026 kl. 21 - 21:01
Hvar
Aulan í Finsen
Prísur
DKK 160

Tónaró – hugdýpingarkonsertir

Ístaðin fyri ein siðbundnan pall, verða tónleikararnir staðsettir mitt í rúminum, meðan áskoðararnir sita ella liggja rundanum í dempaðum ljósi. 

Konsertin verður skipað sum ein samanhangandi uppliving heldur enn einstøk verk við klappi millum satsirnar. Skráin fevnir um klassiskan og nútímans kamartónleik, og dentur verður lagdur á eina djúpa og sansaliga tónleikauppliving. Ein pausa frá dagliga resinum við tónaró.

Fyrstu konsertirnar verða framførdar av kvinnuligu strúkikvartettini Vibra, sum arbeiðir fyri at styrkja og menna kamartónleikalívið í Føroyum. 

Verkætlanin hevur til endamáls bæði at skapa nýggjar karmar fyri klassiskan tónleik og at røkka nýggjum áhoyrarum í Føroyum.