Open mic / Open Stage við Cobalt sum serligum gesti
Tað er ikki krav, at tú skal upp á pallin. Tú ert eisini hjartaliga vælkomin framvið at lurta og njóta sum áskoðari.
Vertir fyri kvøldinum eru Anna og Arnold, sum syrgja fyri góðum stemningi og einum tryggum umhvørvi.
Cobalt er ein ungur bólkur við stórum potentiali, og sjálvir siga teir soleiðis um bólkin:
Vit eita Baldur, Hugin, Jens Andrias og Magnus. Vit eru fýra Glasir næmingar í 3.G. Vit spæla dynamiskan tónleik, har vit blanda jazz, pop og rokk, og leggja dent á samanspæl og groove. Vit eru Cobalt.
Limir:
Baldur úr Dímun – gittar
Magnus Svenningsen – sax
Jens Andrias Dam – bass
Hugin Vágfjall – trummur
Praktiskt:
Innskriving: kl. 19.30
Cobalt á pall: kl. 20.00
Tiltakið er stuðlað av Mentamálaráðnum.