Kraz Parlé
Limirnir í bólkinum hava skrivað tónleikin, sum er dynamiskur við melodiskum laglinjum. Íblásturin er frá amerikonsku jazz/blues tónleikamentanini, kanska serliga frá “Modern Jazz” fyrst í fimtiárunum, men við einum nútímans strukturi og tilgongd, har improvisatión og núið eru í hásæti.
Kristian Pauli Ellefsen, piano
Arnold Ludvig, bass
Rógvi á Rógvu, drums