Spółdzielnia Muzyczna Contemporary Ensemble (PL)
Høli: Klingran
Longd: 45 min.
Spółdzielnia Muzyczna er eitt av virknastu samtíðarorkestrunum í Póllandi. Tónleikararnir hava framført á nøkrum av mest virdu tiltøkunum kring heimin; nevnast kunnu MaerzMusik í Berlin, Internationale Ferienkurse für Neue Musik í Darmstadt, AFEKT í Estlandi og Warsaw Autumn.
Á Summartónum 2026 fer ljómliðið at framføra eina skrá, ið er tilognað kvinnuligum komponistum innan samtíðartónlist og fer at innihalda nýggj verk eftir føroysk og pólsk skald, ið samantvinna elektroaukustiskan tónleik og multimedia, ið varpar ljós á umhvørvisligar hugsjónir. Verkætlanin er samskipað við stuðli frá Adam Mickiewicz Institute.
Spółdzielnia Muzyczna Contemporary Ensemble
Małgorzata Mikulska: floyta
Tomasz Sowa: klarinett
Krzysztof Guńka: saksofon
Paulina Woś: violin, bratsj
Barbara Mglej: violin, bratsj
Jakub Gucik: sello
Aleksander Wnuk: slagverk
Aleksandra Płaczek: klaver/tangentar
Piotr Peszat: elektronikkur
Les um Summartónar