Kóboykex
Kóboykex eru teir báðir Sigmund Zachariassen og Heiðrik á Heygum. Teir stovnaðu bólkin undir korona, og síðani hava teir skrivað og frammleitt 12 løg saman við Heðini Ziska Davidsen. Tónleikurin er ein blanding av country western og elektroniskum, sum teir kalla Countronica.
Sigmund er vanliga kendur úr bólkinum Joe & the Shitboys, ið vann besti bólkur til FMA 2019, og er við at byggja sær eitt stórt navn upp í altjóða punkumhvørvinum. Fjøllistamannin Heiðrik kenna vit frá mongum ymiskum verkætlanum. Millum annað hevur hann givið pláturnar Funeral og Illusions út, har landaplágur sum “Change of Frame” og “Monster” eru at finna. Kóboykex fær íblástur frá tónleikinum hjá Beck, Ennio Morricone, Patsy Cline, The White Stripes, Mirwais og gomlum spaghetti western-filmum.
Við í bólkinum er Heðin Ziska Davidsen, Harald Fonsdal Johannesen og Sanna Hoydal.