Loading Events
Nær
10. mai 2026 kl. 17 - 18
Hvar
Vesturkirkjan

Várkonsert í Vesturkirkjuni

Heili trý kór luttaka á konsertini. Tey hava kortini øll trý sama kórleiðari, songkvinnuna og sanglæraran Susanne Brattaberg, og merkir tað, at kórini framføra somu skrá, tvs. syngja sum eitt kór.

Leisturin við trimum í einum, hava kórini roynt áður, og hevur tað verið væleydnað. Umframt at venja hvør sær hava kórini ígjøgnum kórárið nakrar felagsvenjingar, har tey verða samansungin, bæði sosialt og tónleikaliga.

Lurtarin kann gleða seg til eina blandaða skrá við føroyskum og útlendskum kórløgum. Konsertin er hin seinasta, áðrenn kórni seinni hendan mánaðin fara til Oslo á kórferð, og millum onnur telist okkurt norskt lag millum verkini, tey fara at framføra.

Konsertin er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin