Uni Debess & The Tomcats (FO)
Uni Debess & The Tomcats eru ein av teimum mest royndu og vælumtóktu blues- og rootsbólkunum í Føroyum. Við rótum, sum stinga djúpt og einum jarðbundnum, men kraftmiklum úttrykki, hava teir virkað bæði heima og uttanlands í meira enn tveir áratíggju.
Uni Debess & The Tomcats Uni Debess (sang, munnharpa, gittar), Edvard N. Debess (bass, kór), Finnur Hansen (orgul, kór), Rógvi á Rógvu (trummur)
Summartónar 2026