Loading Events
Nær
7. mai 2026 kl. 21 - 22
Hvar
Blábar

Kraz Parlé

Kristian Pauli Ellefsen (klaver), Arnold Ludvig (bass), Rógvi á Rógvu (trummur)

Nýggjur tónleikur skrivaður av limunum í bólkinum, við nakað av íblásti frá amerikonsku jazz/blues tónleikamentanini, kanska serliga frá “Modern Jazz” fyrst í fimtitalinum, men við einum nútímans strukturi og tilgongd.

Tónleikurin er instrumentalur -og umframt, at vera atmoferðiskur og balladukendur -er hann dramatiskur, við dissonansum ljóðmum og einum melodiskum kanti, dynamiskur og perkusivur.

Ein ferð inn í vakurleikan, sum brádliga verður avbrotin av kaotiskum illveðri.

Summartónar 2026