Loading Events
Nær
5. juni 2026 kl. 10:30 - 12:30
Hvar
Svimjihøllin í Gundadali
Prísur
Ókeypis atgongd

FM-finalur í svimjing 2026 (50m)

Einaferð um árið savnast bestu svimjararnir í landinum á Føroyameistarastevnu. Øll tann harða venjingin og allir tímarnir eru fyrireiking til hetta. Stevnan er altíð ein serlig løta í føroyskari svimjing, men í ár er tað kanska enn meira serligt, tí nógvir av okkara svimjarum seta kós ímóti at kvalifisera seg til Oyggjaleikir sum vera í hylinum í Havn í 2027. Komið og stuðlið okkara svimjarum!

1. partur: Fríggjamorgun frá kl 09:30 – JM umframt FM innleiðandi riðlar
2. partur: Fríggjakvøld frá kl 17:00 – FM finalur
3. partur: Leygarmorgun frá kl 09:30 – JM umframt FM innleiðandi riðlar
4. partur: Leygarkvøld frá kl 17:00 – FM finalur
5. partur: Sunnudagsmorgun frá kl 08:30 – JM umframt FM innleiðandi riðlar
6. partur: Sunnudagskvøld frá kl 14:00 – FM finalur