Sissels Jul
Sissel hevur havt tríggjar útseldar og sera væleydnaða konsert í Føroyum, men hesaferð verður upplivingin ein onnur – ein jólakonsert við fullmannaðum orkestri.
Fyri mong eru eingi jól uttan Sissel. Við síni serstøku rødd og inniligu framførslu hevur hon í mong ár verið ein av fremstu røddunum í norðurlendsku jólatíðini.
Á konsertini verður eisini ein av sterkastu og mest sermerktu føroysku røddunum at hoyra, tá Eivør fer á pallin sum gestasangari. Eivør hevur við síni kraftmiklu rødd, inniligu tulkingum og serstaka tónlistarliga úttrykki vunnið sera stóran ans, bæði í Føroyum og uttanlands.
Saman fara Sissel og Eivør at skapa eina serliga jólauppliving, har tvær eyðkendar røddir møtast í einum huglagi av jólahugna, álvara, gleði og góðum tónleiki.
Norsk bløð hava róst jólakonsertunum hjá Sissel. Bergens Tidende skrivaði:
„Eg hugni mær óført og havi fingið nýggja virðing fyri henni sum artisti – hetta haldi eg ikki, at nakar annar í hennara sjangru hevði torað.“
Avisen Agder lýsti konsertina soleiðis:
„Sissel strálaði: Máttmikið, vakurt og skemtiligt.“
