“Living with the Ocean” – ein framsýning á ferð
Kristianna W. Poulsen, býráðslimur, og Annika Lisberg, stjóri í Visit Tórshavn, siga nøkur orð.
Eisini er tónleikaframførsla á skránni.
“Living with the Ocean” er ein framsýning á ferð, ið mennist og broytist hvørja ferð, hon vitjar eitt nýtt stað. Endamálið er at miðla tvørfakliga gransking um fortíð, nútíð og framtíð hjá ymsum mentanum og at varpa ljós á lokalar og altjóða avbjóðingar.
Framsýningin var seinast sett upp i Tromsø í Noregi, men hevur eisini verið at sæð kring allan heim. Sí her: Living with the Ocean – OceanPastFutures
Framsýningin verður sett upp í sambandi við stóra UArctic ráðstevnuna, og stendur bert í eina viku.