Loading Events
Nær
12. juni 2026 kl. 16 - 16:01
Hvar
Norðurlandahúsið

Fernisering: Scherzo – føroysk samtíðarlist

Høli: Dansistovan, Skálin
Longd: 60 min

Vælkomin til fernisering av framsýningini Scherzo – føroysk samtíðarlist.

Eitt glas við onkrum góðum verður at fáa, og møguleiki verður at heilsa uppá kurator og flest øll luttakandi listafólkini.

Ársins summarframsýning hevur nakrar av sterkastu røddunum á føroyska samtíðarlistapallinum. Níggju listafólk við verkum, sum fevna víða bæði í úttrykki og tilfari: her eru málningar, grafikkur, standmyndir, tekstilar, ljóð, video og tekstir, sum verða sameind av einum felags vitalum ekspressiviteti, intensiteti og kanti. 

Framsýningin er kuraterað av Kinnu Poulsen, sum útgav bókina Í eygnahædd – um samtíðarlist í Føroyum í 21. øld í fjør. Tey luttakandi listafólkini eru Hansina Iversen, SUPERVISJÓN við Lív Mariu Róadóttir Jæger og Lasse Jæger, Randi Samsonsen, Jóhan Martin Christiansen, Silja Strøm, Jens Dam Ziska, Dan Helgi Helgason í Gong og Vár B. Samuelsen.

Frá kl. 16.00 verður móttøka fyri fráfarandi stjóra, Gunn Hernes. Øll eru vælkomin.