Loading Events
Nær
13. juni 2026 kl. 10 - 10:01
Hvar
Føroya Fólkaháskúli
Prísur
DKK 1.890

Persónliga troyggjan

Raglan ella ísettar ermar? V-háls ella rundan? Innsneitt ella beint upp og niður?

Vit binda og binda, men trívast ikki eins væl í øllum.
Men hvat ger munin?

Snið. Litir. Tilfar.
Tað er ofta har, fellan er.
So her er skeiðið til tín, sum vil tryggja tær góðar troyggjur.
Hvørja ferð.

Á skeiðnum fær tú innlit í kropskap, persónligar litir, snið og mynstur.
Eisini fær tú einføld amboð at meta um longdina bæði á buli og ermum. Umframt at tú lærir um akslar, útskeringar og innsneiðingar.

Alt einfalt og greitt, so tú fær brúkt vitanina beinanvegin.

Tí bestu troyggjurnar eru tær, sum tú trívist í og brúkar leingi.
Tað er eisini tað mest burðardygga.

Tú skal hava við:
Pappír, blýant, mátiband.
Ein posa við tógvrestum
Eina handbundna troyggju, sum tú hevur bundið til tín sjálvs.
Eina uppskrift, tú ætlar at binda til tín sjálvs.

Undirvísari:
Katrina í Geil er designari við sergrein í binding frá Designskolen Kolding. Eisini hevur hon master í Design við atliti til klæðir og at klæða seg. Á skeiðnum flættar hon hesa vitan saman, so tú dugir betri at gera klæðir, sum tú trívist í og brúkar leingi.