Loading Events
Nær
8. juni 2026 kl. 20 - 21:30
Hvar
F'LJÓÐ Living room concerts

ASA stovukonsert í hjartanum á Havnini

ASA er føroysk-íslendska songkvinnan Ása Helena Brynjarsdóttir, sum rættiliga hevur vakt ans í Føroyum seinastu tíðina, serliga eftir at hon vann virðisløn fyri besta sangtekst “Eina aftrat” á FMA 2026.

Við síni livandi rødd og beinraknu tekstum bjóðar hon lurtaranum inn í sítt kensluborna univers, har hon sveimar eftir tabuiseraðum gøtum, og nemir sárbærar spurningar um kærleika, alkoholismu, og hvussu man er vaksin.

Hon hevur hon verið virkin sum sangari og sangskrivari í fleiri ár, fyrst í Danmark og síðan 2018 í Føroyum.

Nú verður høvi at lurta eftir ASU á hugnaligari stovukonsert mitt í Havn eitt mánakvøld í juni. Kaffi, te og køkur er íroknað atgongumerkjaprísin.

Vilt tú hava ein forsmakk? Lurta eftir ASU live her:
ASA live í Kringvarpi Føroya.

Konsertin er stuðlað av Økistónum.