Homluland hjá Ólavsøkuróðrinum
Stórt tiltak fyri børn – alt er ókeypis í Homlulandinum
- Homluland-kappróðurin á ólavsøku – øll børn fáa medalju
- Tónleikur fyri børnini frá kl. 12.30 til 18
- Medaljuverkstaður: Medaljurnar eru skornar. Børnini skulu bert seta saman og skriva á
- Skjóta við slyngu eftir máli
- Hoppiband: Børnini hoppa við smáum hoppibondum og vinda tað stóra hoppibandið og sjálvandi hoppa
- Barnavognaparkering
- Krit (tað verða kritað lakki-spøl, børnini lakka og fáa krit at tekna sjálv)
- Bátar við heitunum á, børnini fáa møguleika at sita í og rógva. Heitini verða laminerað og fest á bátin
- Grótlyfting/kapping
- Seymsláing
- Hoppiborg
- Villiniborg
- Knútabinding við homlubondum og knútatalvu