Loading Events
Nær
30. oktober 2026 kl. 09 - 12
Hvar
Starvsfelagið
Prísur
DKK 1.585

Menningarløtur | Rikke Yde Tordrup

Á skeiðinum fer Rikke Yde Tordrup ígjøgnum tey tekin, sum kunnu vísa á, at eitt barn hevur menningaravbjóðingar. Hon fer at greiða frá, hvussu tey vaksnu rundan um barnið kunna stuðla barninum og sambandinum hjá barninum við onnur.

Dagurin er skipaður við skiftandi framløgum og nógvum dømum úr dagtilboðum. Eisini er partur av undirvísingini styttri prát við ein starvsfelaga um, hvussu karmar og amboð frá framløguni kunnu brúkast í tínum arbeiði við børnum.

Tú fært eisini kunnleika til, hvussu menningarætlanir kunnu nýtast, so at fokus og foreldrasamstarv taka støði í relatiónini.

Harumframt fáa øll møguleika at gera sítt egna samtalukort til foreldrasamstarvið.

Skeiðið er ætlað námsfrøðingum, hjálparfólkum, lærarum og øðrum, sum hava áhuga fyri evninum og sum vilja styrkja og menna samstarvið við foreldur í gerandisdegnum á dagstovnum, skúlum og frítíðarskúlum.