Loading Events
Nær
7. august 2026 kl. 17 - 17:01
Hvar
Norðurlandahúsið

Finissage fyri Scherzo – føroysk samtíðarlist

Høli: Forhøllin
Longd: 2 tímar (opið til kl. 19.00)

Vælkomin á framsýningina Scherzo – føroysk samtíðarlist fyri síðstu ferð, nú framsýningin verður rundað av við einari finissage.

Tiltakið bjóðar m.a. upp á eitt prát við kurator Kinnu Poulsen, og útgávan av einum brannýggjum katalogi yvir framsýningina. Møguleiki verður at heilsa uppá kurator og flest øll luttakandi listafólkini, og vit bjóða sjálvandi eitt glas við onkrum góðum.

Um framsýningina
Ársins summarframsýning Scherzo – føroysk samtíðarlist hevur nakrar av sterkastu røddunum á føroyska samtíðarlistapallinum. Níggju listafólk við verkum, sum fevna víða bæði í úttrykki og tilfari: her eru málningar, grafikkur, standmyndir, tekstilar, ljóð, video og tekstir, sum verða sameind av einum felags vitalum ekspressiviteti, intensiteti og kanti.

Tey luttakandi listafólkini eru Hansina Iversen, SUPERVISJÓN við Lív Mariu Róadóttir Jæger og Lasse Jæger, Randi Samsonsen, Jóhan Martin Christiansen, Silja Strøm, Jens Dam Ziska, Dan Helgi Helgason í Gong og Vár B. Samuelsen.

Skráin byrjar kl. 16.00, og húsið er opið til kl. 19.00