Nýggjárskonsertin 2027
Høli: Stórhøll
Longd: 120 min (íroknað steðg)
Gleð teg til brúsandi tónleik, gott lag og ógloymandi løtur, tá Føroya Symfoniorkestur býður okkum vælkomin í nýggja árið saman við kóri og føroyskum solistum, Heiðrun Petersen og Regini Guttesen.
Konsertin er fyrsta nýggjárskonsertin, har Catherine Larsen-Maguire stjórnar Føroya Symfoniorkestri.
Regin, Heiðrun og Blak
Hesa ferð hevur symfoniorkestrið boðið tónaskaldinum og klaverleikaranum Regini Guttesen heim til Føroya at spæla við orkestrinum. Symfoniorkestrið spælir tvey løg hjá Regini av fløguni Momento, sum varð útgivin í 2016. Kristian Blak hevur skrivað verk fyri orkestur og violin til nýggjárskonsertina, og verður tað Heiðrun Petersen, sum frumframførir nýggja verkið hjá Kristiani Blak.
Føroya fólk hevur eitt stórt hjarta fyri kórsangi, og tað verður ikki betri, tá kór og symfoniorkestur framføra.
Vit gleða okkum til tvey fantastisk kvøld saman við tykkum, og ja, sjálvandi bjóða vit kransakøku og eitt glas í steðginum – “same procedure as every year, James.” Catherine Larsen-Maguire stjórnar Føroya Symfoniorkestri, og Tóra Vestergaard venur kórið.
Konsertin verður send beinleiðis í Kringvarpi Føroya leygarkvøldið 9. januar 2027.
Dyrnar í salinum lata upp kl. 19.00. Konsertin byrjar kl. 19.30.
