Sissal (FO)
Sissal syngur og skrivar tekstir við gerandismáli. Saman við melankolsku løgum hennara og serstøku rødd er talan um søguforteljing, sum í støðum kennist rá og aðrar tíðir lættari í tí. Hetta eru søgur og støður tulkaðar út frá egnum upplivingum. Saman við bólkinum gerast sangirnir leikandi og leitandi í úttrykkinum.
Íblásturin kemur fleiri staðni frá og spælt verður við ymsar sjangrur. Væntast kann, at dentur verður lagdur á improvisatión og at fáa jazz/blues-sjangrurnar við í tónleikin til Summartónar. Tónleikararnir í bólkinum eru stinnir innan improvisasjón, og møguliga verður onkur standard eisini á skránni. Ella okkurt lag frá útgávuni “A Lonely Chair With a View”, ið bólkurin gav út í 2018.