Ólavsøkurenningin 2026
Karmarnir um renningina eru niðri á Skálatrøð. Har er slætt og gott at renna og ikki minst er tað sera áskoðaravinarligt. Fólk úr øllum landinum plaga at luttaka og hjá fleiri er hetta byrjanin til ólavsøkuna.
Teinurin hjá teimum vaksnu er 5 km, og kann tað viðmælast ungum sum eldri, vandum og minni vandum, at renna við. Børnini plaga heldur ikki at smæðast burtur og meira enn einaferð er tað hent, at onkur nýggj stjørna stingur seg fram um hini og vinnur óvæntað. Børnini renna styttri enn tey vaksnu. Teinarnir eru frá 60 til 650 metrar. Børnini byrja og renna kl. 18 og tey vaksnu renna kl. 18.30, ella tá børnini eru komin á mál. Heiðursmerkini hjá børnunum handa vit so hvørt, so tey sleppa undan at bíða ov leingi.
Vit í Bragdinum gleða okkum altíð til Ólavsøkurenningina og halda, at hetta er startskotið til ólavsøkuna.
GG: Eingin tilmelding er á staðnum. Tilmeldingin stongir 26. juli kl. 22.00
Meira verður at frætta seinni, um heintan av startnummarinum og hvussu kappingin fer at ganga fyri seg. Vælkomin til ólavsøkurenningina 2026.