Loading Events
Nær
7. oktober 2026 kl. 21 - 23
Hvar
Havnar Bio
Prísur
DKK 100

De forbandende år 3 (Anders Refn Danmark 2026 130 min)

Uppgerðin og beiska stríðið móti Karl og teimum, ið arbeiddu saman við týsku nazistunum, stendur fyri framman. Aksel og viðhaldsmennirnir úr mótstøðurørsluni eru í villareiði, tá teir síggja, hvussu landið verður endurreist, uttan at dreymur teirra um eitt nýtt og betri Danmark tykist ganga út. Systkinini hjá Aksel, Valdemar, Helena og Britta, ið er einkjan eftir Knút, møtast og gróðurseta ein nýggjan familjudreym.

“De Forbandede år – Fredens pris”, er triði og seinasti partur í filmsrøðini hjá Anders Refn, har hann lýsir djúpu sporini, sum kríggið gróv og setti í donsku søguni. Ein hendingarík og nemandi søga um eina tjóð og eitt húski, sum eftir ræðuleikarnar vilja koma til sættis.