Hin fremmandi (L’Étranger François Ozon Frakland 2025 122 min)
Tað er fremsti og ídnasti fransk leikstjórin, François Ozon (f.1967), ið leggur klassisku søguna hjá Albert Camus frá 1942 fyri okkum í biografmyrkrinum.
Eftir jarðarferðina tykist alt at venda aftur til tað vanliga. Skrivstovumaðurin, Meursault (Benjamin Voisin) møtir av tilvild starvsfelagnum Mariu (Rebecca Marder) og grannin (Pierre Lottin) órógvar og dregur Meursault inn í eitt trætumál.
Ein brennandi heitan seinnapart, fer nakað óskiljandi fram á strondini. Hendingin setur spurnartekin við Meursault og allan hansara moral.
Sum filmsútleiðarin sigur:
Visually resplendent with sensuous black-and-white images, Ozon’s elegant and masterfully realised film shines a contemporary lens on Camus’ classic tale of dissociation and morality, capturing the beauty and heat of a charged society on the boil. Both impactful and mysterious, The Stranger is must-see French cinema of the highest order.
Filmurin verður sýndur við donskum undirteksti.