Loading Events
Nær
9. september 2026 kl. 21 - 23
Hvar
Havnar Bio
Prísur
DKK 100

Tveir ákærar (Zwei Staatsanwälte, Sergei Loznitsa 2025 118min)

Leitanini hjá ákæranum eftir rætta sannleikanum verður vandaferðin, ið ber søguna.

– A terrifying parable of bureaucratic evil, sum okkara yndisummælari, Peter Bradshaw, sigur í fimm stjørnaðum ummæli.

Filmurin byggir á søgu hjá Gulag yvirlivaranum, Georg Demidov (1908-1987), sum sat fangi í Sibir í fjúrtan ár. Sergei Loznitsa (f.1964) hevur skrivað handrit og leikstjórnað í eini altjóð framleiðslu á ukrainskum, russiskum og enskum í Lettlandi. Hann er av ukrainskari og hvítarussiskari ætt, men føddur og útbúgvin í gamla Sovjet, vaks upp í Kiev og hevur gjørt 21 heimildarfilmar og fýra spælifilmar.

Tá hann í 2010 vísti fyrsta spælifilmin í kapping í Cannes, “My Joy”, segði hann við pressuna: “I wanted to create a love story, but as often happens with Russians, regardless of the project, you end up with a Kalashnikov.”

Loznitsa tók seg úr evropeiska filmakademinum, EFA, tá tey eftir russisku innrásina í 2022 ikki vildu kalla atsóknina kríggj – to call a war a war, to condemn barbarity and voice your protest, sum Screen Daily endurgav hann fyri at siga.

Filmurin verður sýndur við donskum undirteksti.