Rundvísing FYRI BØRNUM í framsýningini Scherzo – føroysk samtíðarlist
Høli: Forhøllin
Longd: 25 min
Hvat merkir samtíðarlist? Kann eg nerta við? Hvat er hatta fyri ljóð? Hví hongur hatta soleiðis?
Alt hetta og meira fáa børnini at vita, tá vit vísa runt í ársins summarframsýning, Scherzo – føroysk samtíðarlist á ólavsøku. Luttakið saman við børnunum og gevið teimum (og tær) eitt neyvari og spennandi innlit í føroyska samtíðarlist.
Framsýningin samlar nakrar av teimum sterkastu røddunum: Hansina Iversen, SUPERVISJÓN við Lív Mariu Róadóttur Jæger og Lasse Jæger, Randi Samsonsen, Jóhan Martin Christiansen, Silja Strøm, Jens Dam Ziska, Dan Helgi Helgason í Gong og Vár B. Samuelsen.
Verkini fevna víða bæði í úttrykki og tilfari: her eru málningar, grafikkur, standmyndir, tekstil, ljóð, video og tekstir, sum verða sameind av einum felags vitalum ekspressiviteti, intensiteti og kanti.
Túrurin hóskar best børnum úr 5 ár, men øll eru vælkomin. Luttøka er ókeypis og eingin tilmelding er neyðug. Frásøgufólk er Turið Johannessen, produsentur í Norðurlandahúsinum við ábyrgd fyri visuellari list.