Loading Events
Nær
5. august 2026 kl. 20 - 20:01
Hvar
Søgu- og Samfelagsdeildin
Prísur
Ókeypis atgongd

Aðalfundur hjá MFS

Vit fara at leggja fram og viðgera arbeiðið hjá MFS seinasta ráðsárið, og fundurin gevur eisini møguleika at møta øðrum lesandi til eitt hugnaligt kvøld við einum bita at eta, samveru og undirhaldi.
Á fundinum verður møguleiki at stilla upp og gerast partur av ráðnum – og harvið gerast virkin í einum stuttligum, mennandi og sera spennandi felagsskapi, har ið tú veruliga kanst gera mun.
Øll, sum møta á aðalfundinum, verða eisini við í lutakastinum um spennandi vinningar. Vinningarnir verða avdúkaðir á fundinum, so tað kann loysa seg at møta upp!
SKRÁ:
18:00 Vælkomst og matur
18:50 Framløga um MFS
19:00 Setan av fundi
Val av fundarstjóra og fundarskrivara
Viðtøka av raðfylgju og punktum á fundarskránni
Frágreiðing ráðsins frá virki felagsins síðani seinasta val og viðgerð av hesum
Framløga av grannskoðaðum roknskapi fyri seinasta roknskaparár og viðgerð av hesum
Val av grannskoðara
Framløga og viðgerð av innkomnum málum
Val av ráði
20:00 Hugni og lutakast um spennandi vinningar
!! Øll lesandi í Føroyum og øll føroysk lesandi uttanlands kunnu stilla upp og hava atkvøðurætt.
Ynskir tú at stilla upp, men hevur ikki møguleika at møta til fundin, kanst tú boða frá við at senda teldupost til mfs@mfs.fo. Møguleiki verður eisini fyri at luttaka umvegis Teams.
Uppskot til viðtøkubroytingar, broytingar í starvsskipanini og onnur mál skulu verða send til mfs@mfs.fo í seinasta lagi 7 dagar áðrenn fundin, tvs. áðrenn midnátt mikudagin tann 29. juli føroyska tíð.
Sambært §20 í viðtøkunum hjá MFS, fara fylgjandi yvirlýsingar úr gildið á aðalfundinum:
– Yvirlýsing um COVID-19
– Allur mismunur skal beinast burtur (Samtykt 22. juli 2021)
– MFS fordømir russisku innrásina í Ukraina (Samtykt 11. februar 2023)
– Fría abort í Føroyum (Samtykt 20. juli 2022)
– Felags digitala goymslu skipan (Samtykt 11. februar 2023)
– Lesandi í Føroyum skulu hava atgongd til ERASMUS+ sum skjótast! (Samtykt 24. juli 2024)
Um ynskist at endurnýggja yvirlýsing, skal uppskot um hetta sendast inn 7 dagar áðrenn aðalfund.
Tá aðalfundurin er liðugur, verður hugni, spøl og samansjóving. So tak tín lestrarvin við undir armin og kom ein túr forbíð til eitt hugnaligt kvøld!
GG! Boða endiliga frá luttøku, so vit vita hvussu nógvan mat vit skulu bíleggja.
Vit gleða okkum at síggja tykkum!