Loading Events
Nær
14. oktober 2026 kl. 21 - 23
Hvar
Havnar Bio
Prísur
DKK 100

Calle Málaga (Maryam Touzani, Marokko 2025 116 min)

Úr rúgvuni av virðislønum kann nevnast, at Carmen Maura vann virðisløn í Venezia í 1988 fyri høvuðsleiklutin í filminum, sum Filmsfelagið tá vísti í Sjónleikarhúsinum undir heitinum “Kvinnur á áfalstrom” og í 2006 í Cannes í kollektiva kvinnuleiklutinum í “Volver”, sum vit eisini hava sýnt.

Fotografur er Virginie Surdej, sum er kend í Føroyum.

Í “Calle Málaga” býr María í spanska býarpartinum í marrokanska ferðafólkaparadísinum Tangier. Dóttirin, Clara, (Marta Etura) hevur í eina tíð boðað frá, at hon kemur á vitjan. Tá hon langt um leingi kemur fram, er tað fyri at fáa mammuna at selja íbúðina. Clara er blivin støk og eftir hjúnarskilnaðin er hon komin í fíggjarligt óføri. Men María, sum er rótfest í umhvørvinum og er væl í øgn við allar grannar, ætlar ikki at flyta, kosta, hvat tað kosta vil.

Tað er fleirfalt virðislønti marokkanski leikstjórin, Maryam Touzani (f.1980), sum er fødd í Tangier, ið hevur gjørt henda filmin í samstarvi við Nabil Ayouch úr Casablanca. Teirra samstarv sást eisini í “Bláa kappanum” (2022), sum belgiska Virginie Surdej fotograferaði. Sama er galdandi í hesum filmi, ið fær bestu ummæli. Virginie Surdej er kend í Føroyum, tí hon er fastur fotografur hjá Sakaris Stórá.